Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Royna Jehova vitni at vinna sær frelsu við at ganga hús úr húsi?

Royna Jehova vitni at vinna sær frelsu við at ganga hús úr húsi?

Nei. Vit ganga regluliga hús úr húsi, men vit trúgva ikki, at tað ger okkum verd til frelsu. (Efesusbrævið 2:8) Hví ikki?

Hugsa um hesa samanberingina: Ímynda tær, at ein gávumildur maður lovar at geva øllum, sum koma eitt ávíst stað ein ávísan dag, eina dýra gávu. Hevði tú farið, um tú trúði honum? Sjálvandi! Tú hevði ivaleyst eisini sagt tað fyri familju og vinfólki, so tey eisini kundu fingið hesa gávuna. Men hóast tú gjørdi, sum maðurin segði, hevði tú ikki gjørt teg verdan til gávuna, tí gávan er og verður ein gáva.

Á líknandi hátt trúgva Jehova vitni, at Gud gevur øllum, sum akta hann, ævigt lív. (Rómbrævið 6:23) Vit gera okkara ítasta fyri at siga øðrum frá okkara trúgv í vón um, at Guds lyfti eisini skulu gagna teimum. Men vit trúgva ikki, at vit kunnu gera okkum verd til frelsu við at boða gleðiboðskapin. (Rómbrævið 1:17; 3:28) Eingi menniskju kundu nakrantíð gjørt seg verd til eina so einastandandi signing frá Gudi. „Hann [frelsti] okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni.“ – Titus 3:5.