Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hava Jehova vitni broytt Bíbliuna, so hon samsvarar við tað, tey trúgva?

Hava Jehova vitni broytt Bíbliuna, so hon samsvarar við tað, tey trúgva?

Nei, tað hava vit ikki. Vit hava tvørturímóti broytt okkara fatan, tá ið vit hava uppdagað, at okkara trúgv ikki var heilt í samsvari við Bíbliuna.

Vit kannaðu Bíbliuna, langt áðrenn vit fóru undir at gera New World Translation of the Holy Scriptures í 1950. Vit brúktu tær umsetingarnar, ið vóru tøkar, og grundaðu okkara trúgv á tær. Her eru nøkur dømi um, hvat Jehova vitni hava trúð í nógv ár. Les tey og vita, um tað samsvarar við tað, sum Bíblian veruliga lærir.

  1. Vit trúgva: Gud er ikki ein tríeind. Í blaðnum Zion’s Watch Tower frá juli 1882 stóð: „Okkara lesarar vita, at hóast vit trúgva á Jehova og Jesus og heilaga andan, trúgva vit ikki óbíbilsku læruni um, at teir eru tríggir gudar í einum persóni, ella, sum summi siga, ein Gud í trimum persónum.“

    Bíblian sigur: „HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.“ (5. Mósebók 6:4, umseting eftir Victor Danielsen) „So er fyri okkum tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá, og sum vit hoyra til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum allir lutir eru vorðnir til við, og vit við honum.“ (1. Korintbræv 8:6, umseting eftir Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø) Jesus segði sjálvur: „Faðirin er størri enn Eg.“ – Jóhannes 14:28, umseting eftir Victor Danielsen.

  2. Vit trúgva: Eingin ævig pína er í einum brennandi helviti. Evnið í Zion’s Watch Tower frá juni 1882 var grundað á Rómbrævið 6:23: „Løn syndarinnar er deyði.“ Blaðið staðfesti: „So stutt og greitt kann tað sigast. Tað er løgið, at so nógv menniskju, sum siga seg trúgva, at Bíblian er Guds orð, vísa hesum greiða boðskapinum frá sær og halda fast upp á, at Bíblian lærir, at løn syndarinnar er ævigt lív í pínu.“

    Bíblian sigur: „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ (Ezekiel 18:4, 20, umseting eftir Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø) Tey gudleysu verða ikki revsað við ævigari pínu, men tey verða „dømd og ganga til grundar“. – 2. Pætursbræv 3:7, umseting eftir Victor Danielsen.

  3. Vit trúgva: Guds ríki er ein verulig stjórn, ikki bara okkurt innan í okkum. Í Zion’s Watch Tower frá desember 1881 stóð soleiðis um Guds ríki: „Tá ið hetta ríkið verður stovnað, fer tað sjálvandi at oyða øll ríkini á jørðini.“

    Bíblian sigur: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ – Dániel 2:44, umseting eftir Victor Danielsen.

Noyðast Jehova vitni at brúka New World Translation til at grundgeva fyri tí, tey trúgva?

Nei, tí vit brúka fleiri ymiskar bíbliuumsetingar, tá ið vit ganga hús úr húsi. Vit bjóða øllum ókeypis bíbliuskeið, og tey, sum taka av, kunnu sjálvandi fáa eitt eintak av New World Translation, men vit brúka eisini aðrar bíbliuumsetingar.

LÆR MEIRA

Hvussu varð aftur varpað ljós á sannleikan í Bíbliuni

Hvussu kunnu vit vera vís í, at vit skilja, hvat Bíblian lærir?