Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?

Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?

Okkara boðanararbeiði verður fyrst og fremst fíggjað við sjálvbodnum stuðli frá Jehova vitnum. Eingin peningainnsavning fer fram á okkara møtum, og eingin tíggjund verður kravd. (Matteus 10:7, 8) Men stuðulsbússur eru í okkara møtisalum, so tey, ið hava hug, kunnu lata stuðul. Eingin veit, hvat hvør letur.

Ein orsøk til, at vit eru før fyri at rinda okkara útreiðslur, er, at vit ikki hava nakran løntan prestaskap. Jehova vitni fáa heldur ikki løn fyri at ganga hús úr húsi, og okkara møtisalir eru einfaldir.

Stuðulin, sum verður latin deildarskrivstovum hjá Jehova vitnum, verður nýttur til at veita neyðhjálp eftir náttúruvanlukkur, til at stuðla trúboðarum og øðrum, sum boða um Guds ríki fulla tíð, til at byggja møtisalir í fátækum londum og til at prenta og senda út bíbliur og bíbilskan lesnað.

Hvør einstakur velur, um hann ella hon vil stuðla lokalu samkomuni, okkara heimsumfatandi boðanararbeiði ella báðum. Allar samkomur syrgja fyri regluliga at gera roknskaparfráboðanir, sum verða kunngjørdar limunum.

LÆR MEIRA

MANGAN SPURT

Filmsbrot: Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?

Hygg, hvussu stuðul verður latin kring heimin.