Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Handfaring av persónligum upplýsingum og cookies

Handfaring av persónligum upplýsingum og cookies

Samskipanin hjá Jehova vitnum virðir rættin hjá hvørjum einstøkum til privatlív. Tú kanst klikkja her fyri at fáa upplýsingar um dátuverjupolitikkin hjá samskipanini.

Dátuverjupolitikkurin vísir, hvussu Jehova vitni handfara persónligar upplýsingar. Haraftrat hava vit viðtikið ávísar leiðreglur, sum eru galdandi fyri hesa heimasíðuna, og tær eru at síggja niðanfyri.

Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. (“Watchtower”), ein ikki vinnurekandi felagsskapur í New York, sum stuðlar virkseminum og bíbliuundirvísingararbeiðinum hjá Jehova vitnum, eigur hesa heimasíðuna. Nakrir av ambætarunum, sum hýsa heimasíðuni, standa í USA.

Persónligar upplýsingar

Persónligar upplýsingar, sum tú skrivar á heimasíðuna, verða bert nýttar til tað endamál, sum víst verður á, tá ið tú skrivar tær inn.

Vit geva ikki øðrum tínar persónligu upplýsingar, uttan so at tað er neyðugt fyri at geva tær ta tænastu, sum tú biður um, og tú hevur fingið greið boð um tað, ella at vit í góðari trúgv meta, at tað er neyðugt fyri at fylgja galdandi lógum og reglugerðum, ella tí myndugleikarnir krevja tað, ella fyri at ávísa og forða sviki, trygdartrupulleikum ella tekniskum trupulleikum. Tá ið tú brúkar hesa heimasíðuna, loyvir tú okkum at geva triðja parti tínar persónligu upplýsingar, men bert av orsøkunum, sum eru nevndar omanfyri. Persónligar upplýsingar verða undir ongum umstøðum seldar, umbýttar ella læntar øðrum.

Triði partur. Á hesi heimasíðuni eru viðhvørt leinki til eina heimasíðu hjá einum triðja parti, sum ger ávísa tænastu okkara vegna (eitt nú at fylla út eitt oyðublað). Tú veitst av, at tú ert á eini heimasíðu hjá einum triðja parti, tí hon sær øðrvísi út, og adressan í kaganum broytist. Tá ið vit velja ein triðja part, kanna vit, hvussu hann handfer og verjir persónligar upplýsingar, fyri at tryggja okkum, at hann gongur eftir somu normum sum vit. Hetta verður síðani gjørt við jøvnum millumbilum. Hevur tú spurningar um dátupolitikkin hjá einum triðja parti, kanst tú lesa um hann á teirra heimasíðu.

Trygd

Vit taka tað í stórum álvara at verja tínar persónligu upplýsingar. Tá ið tínar upplýsingar verða fluttar, brongla vit tær til dømis við Transport Layer Security (TLS). Vit nýta telduskipanir við avmarkaðari atgongd, sum verða hýstar í bygningum við fysiskum og elektroniskum trygdaratgerðum, til at verja trúnaðin og trygdina í upplýsingum, sum verða fluttar okkum.

Brúkarakonta

Teldupostadressan, sum tú nýtir, tá ið tú skrásetir teg sum brúkara á hesi heimasíðu, verður nýtt til at fáa samband við teg viðvíkjandi tínari brúkarakontu. Um tú til dømis gloymir títt brúkaranavn ella loyniorð, og tær tørvar hjálp til at rita inn, verður eitt teldubræv sent til teldupostadressuna, sum tú hevur skrivað á tína brúkarakontu.

Stuðul

Gevur tú stuðul á netinum, innsavna vit títt navn og adressuupplýsingar. Til at taka ímóti stuðli, ið verður latin við gjaldkorti, brúka vit alment viðurkendar gjaldtænastur, har tryggleikin og handfaringin av persónligum upplýsingum er á heimsstigi. Vit goyma ikki og hava ikki atgongd til gjaldkortupplýsingar, bankakontunummur ella aðrar kontuupplýsingar, sum verða sendar til hesar gjaldtænastur. Stuðulsmóttakarin goymir upplýsingar um flytingina í minsta lagi tíggju ár. Hetta fevnir um dagfestingina, upphæddina og gjaldsháttin. Hetta ger okkum før fyri at lúka krøvini til bókhald og at svara møguligum spurningum frá tær í hesum tíðarskeiðnum. Vit seta okkum ikki í samband við teg fyri at biðja um meira stuðul.

Aðrar upplýsingar

Tú kanst geva okkum persónligar upplýsingar (til dømis navn, adressu og telefonnummar) við øðrum endamáli enn at geva stuðul ella stovna eina brúkarakontu (eitt nú um tú vilt biðja um eitt bíbliuskeið). Vit innsavna, goyma og brúka bert hesar upplýsingarnar við tí endamáli, sum tú læt tær til, og bert so leingi, sum tær eru neyðugar.

Cookies og líknandi tøkni

Ávísar upplýsingar verða innsavnaðar av sær sjálvum, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu. Vit innsavna hesar upplýsingarnar við „cookies“, „web beacons“ og líknandi tøkni. Orðingin cookie fevnir í okkara handfaring av persónligum upplýsingum eisini um líknandi tøkni, sum til dømis „local storage“.

Cookies. Tá ið tú fert inn á hesa heimasíðuna verða nakrar fáar upplýsingar, nevndar „cookies“, goymdar á tínari fartelefon, teldu ella teldli, akkurát sum tá ið tú fert inn á aðrar heimasíður. Fleiri ymisk sløg av cookies eru, sum hava ymiskar funkur, og sum vanliga gera tað lættari hjá tær at brúka heimasíðuna. Vit brúka til dømis cookies fyri at vita, um tú fyrr hevur vitjað okkara heimasíðu, ella fyri at minnast hvørjar stillingar, tú fyrr hevur brúkt. Til dømis verður málið, sum tú hevur valt, goymt í eini cookie, soleiðis at heimasíðan av sær sjálvum er á tí málinum, næstu ferð tú vitjar hana. Vit brúka ikki cookies til marknaðarføring.

Tær cookies, sum verða brúktar á hesi heimasíðuni, kunnu býtast í hesar tríggjar bólkarnar:

  1. Neyðugar cookies. Tær eru ein týðandi fortreyt, um tú skalt brúka ávísar funkur á heimasíðuni, til dømis rita inn ella senda oyðubløð. Uttan hesar cookies eru ávísar funkur, sum til dømis tað at lata stuðul, ikki tøkar. Hetta snýr seg eisini um cookies, sum gera okkum før fyri at veita tær eina tænastu, sum tú beinleiðis hevur biðið um. Hesar cookies innsavna ikki upplýsingar um teg, sum kundu verið brúktar til marknaðarføring ella til at minnast, hvar tú hevur verið á internetinum.

  2. Cookies til persónligar stillingar. Við teimum kann heimasíðan skráseta tað, sum tú velur á heimasíðuni (til dømis brúkaranavn, mál ella øki), og soleiðis gera tað lættari hjá tær at brúka heimasíðuna.

  3. Cookies til at betra heimasíðuna. Tær verða brúktar til at innsavna upplýsingar um, hvussu brúkarar nýta heimasíðuna, til dømis hvussu ofta ella hvussu leingi í senn. Upplýsingarnar verða bert brúktar til at gera tað lættari at brúka heimasíðuna.

Summar cookies eru fyrstaparts cookies, sum okkara heimasíða velur. Aðrar eru triðjaparts cookies, sum eitt annað umdømi (domain) velur. Vit brúka bara fyrstaparts cookies, undantikið triðjaparts cookies, sum hava samband við Google reCAPTCHA. Google reCAPTCHA verður brúkt til at skilja ímillum menniskju og teldur til tess at forða fyri óynsktum telduposti. Les um, hvussu Google handfer persónligar upplýsingar á https://www.google.com/intl/en/policies/privacy/.

Web Beacons. Á nøkrum síðum á okkara heimasíðu eru smáar elektroniskar fílur, sum verða róptar web beacons. Tær geva okkum møguleika at skráseta virksemi á heimasíðuni, til dømis tá ið tú kemur inn á eina síðu. Web beacons verða nýttar til at skráseta nýtsluna av heimasíðuni og at hava eftirlit við, hvussu væl hon riggar.

Nýtsla av IP-adressum. Ein IP-adressa er ein talkota, sum eyðmerkir tína teldu á internetinum. Vit brúka tína IP-adressu og val av kaga til at vita, hvussu tú brúkar heimasíðuna, til at varnast trupulleikar og til at betra funkurnar á hesi heimasíðuni.

Títt val. Í teimum flestu kagunum ber til at forða cookies ella at fáa eina ávaring, áðrenn ein cookie verður goymd á tínum tóli. Les kagaleiðbeiningina fyri at vita, hvussu tú gert. Gev tó gætur, at uttan cookies ber tað ikki til at nýta allar funkurnar á heimasíðuni.

Active Scripting ella JavaScript

Scripting verður brúkt til at økja um virkisførið á heimasíðuni. Við scripting tøkni kann heimasíðan skjótari senda upplýsingar aftur til tín. Heimasíðan nýtir ongantíð scripting til at leggja forrit á telduna hjá tær ella til at innsavna upplýsingar, tú ikki hevur givið okkum loyvi til.

Í kaganum skal Active Scripting ella JavaScript vera sett til, fyri at ávísir partar av heimasíðuni skulu virka eftir ætlan. Í teimum flestu kagunum ber til at velja, um henda funkan skal vera sett til ella ikki á ávísum heimasíðum. Hygg í hjálparteigin í kaganum fyri at vita, hvussu scripting verður sett til á útvaldum heimasíðum.

Tíni rættindi

Tað er ókeypis at brúka heimasíðuna, til dømis at taka niður lesnað, filmar og ljóðupptøkur. Fyri at brúka heimasíðuna er tað ikki neyðugt at stovna eina brúkarakontu, lata stuðul ella gera nakað annað, sum krevur, at tú letur okkum persónligar upplýsingar. Gert tú av at stovna eina brúkarakontu, at lata stuðul, at biðja um eitt bíbliuskeið ella at gera okkurt annað, sum krevur, at tú letur okkum persónligar upplýsingar, vísir tú, at tú tekur undir við hesi handfaring av persónligum upplýsingum og cookies. Tú tekur undir við, at dátur verða goymdar á ambætarum í USA og, í tann mun tað er neyðugt, at Watchtower og samskipanir, sum stuðla Jehova vitnum í ymiskum londum, innsavna, viðgera, flyta og goyma tínar persónligu upplýsingar. Tað er ymiskt, hvør tað er, sum innsavnar upplýsingarnar, alt eftir hvat tú gert á heimasíðuni. Vilt tú til dømis lata einum løgfrøðiligum felagi í einum ávísum landi stuðul, móttekur hetta felagið tær persónligu upplýsingarnar, sum tú skrivar inn. Tað kann eisini vera, at tú biður um eitt bíbliuskeið. Í tí førinum móttekur ein av deildarskrivstovunum hjá Jehova vitnum tínar upplýsingar og syrgir fyri, at tín umbøn verður gingin á møti.

Letur tú okkum ikki neyðugu upplýsingarnar fyri at stovna eina brúkarakontu, lata stuðul ella gera nakað annað á heimasíðuni, sum krevur hesar upplýsingarnar, kunnu vit ikki ganga tíni umbøn á møti.

Verður neyðugt at broyta okkara handfaring av persónligum upplýsingum og cookies, skriva vit broytingarnar á hesa síðuna, so tú altíð veitst, hvørjar upplýsingar vit innsavna, og hvussu vit brúka tær.

Í tann mun lógin krevur tað, hevur tú kanska eyka rættindi í sambandi við tínar persónligu upplýsingar. Tað kundi fevnt um rættin at fáa atgongd til, at rætta ella at strika persónligar upplýsingar, sum tú hevur latið okkum á hesi heimasíðuni. Um tað er galdandi, har sum tú býrt, finnur tú neyðugu upplýsingarnar her. Hevur tín fyrispurningur um tínar persónligu upplýsingar samband við stuðul, skalt tú seta teg í samband við móttakaran av stuðlinum. Á síðuni, har stuðul verður latin, og á stuðulskvittanini sært tú, hvør móttakarin er.