Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 99

Brøður í túsundatali

Brøður í túsundatali

(Opinberingin 7:9, 10)

  1. 1. Brøður í túsundatali

    standa her lið um lið,

    trúfastir vitna allir,

    tala um sannan frið.

    Túsund, ja fleiri túsund,

    fylkjast í stóran hóp,

    tjóðir og ættir og tungumál

    skera í gleðiróp.

  2. 2. Brøður í túsundatali

    prædika fjart og nær

    ævigan gleðiboðskap

    – søkjandi fáa svar.

    Meðan vit boða ríkið,

    kunnu vit verða trongd,

    eiga tó hirðan, ið gevur hvíld,

    lættir um tunga gongd.

  3. 3. Brøður í túsundatali

    meta Guds tempul hátt,

    leita til forgarð Harrans,

    tæna har dag og nátt.

    Túsund, ja fleiri túsund,

    hópurin uttan tal

    kunnger á jørðini orðið um

    ríkið, ið koma skal.