Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 97

Okkum tørvar Guds orð

Select an Audio Recording
Okkum tørvar Guds orð

(Matteus 4:4)

  1. 1. Okkum tørvar Jehova orð,

    tað er í okkum lagt.

    Neyðugt er, umframt dagligt breyð,

    alt, sum hann hevur sagt.

    Gleði lovar hann longu nú,

    frálík framtíðarkor.

    (NIÐURLAG)

    Hvørjum orði av munni Guds

    livir menniskjað av.

    Breyð er einsamalt ikki nokk,

    okkum tørvar Guds orð.

  2. 2. Í Guds orði vit lesa um

    fólk úr farnari tíð,

    menn og kvinnur, sum altíð trúgv

    livdu vónini í.

    Styrkt av orðinum stíga vit

    somu trúføstu spor.

    (NIÐURLAG)

    Hvørjum orði av munni Guds

    livir menniskjað av.

    Breyð er einsamalt ikki nokk,

    okkum tørvar Guds orð.

  3.  3. Gud við orðinum dag um dag

    gevur styrki og troyst.

    Við Guds vísdómi fáa vit

    lívsins tvørleikar loyst.

    Latið okkum tí gleðast um

    alt, sum Gud ber á borð.

    (NIÐURLAG)

    Hvørjum orði av munni Guds

    livir menniskjað av.

    Breyð er einsamalt ikki nokk,

    okkum tørvar Guds orð.

(Les eisini Jos. 1:8; Róm. 15:4.)