Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 92

Vit bygdu navni tínum hús

Vit bygdu navni tínum hús

(1. Krønikubók 29:16)

  1. 1. Av sonnum ein heiður, Jehova,

    at byggja tí navninum hús,

    sum lýsir títt æviga veldi;

    vit bygdu av hjartanum fús.

    Av øllum, tín hond hevur givið,

    vit geva tær aftur í dag.

    Alt ídni, alt skil, allar gávur,

    Jehova, vit lata tær tað.

    (NIÐURLAG)

    Vit bygdu navni tínum hús

    og prísa tær henda dag.

    Vit víga navni tínum hús,

    faðir, vilt tú signa tað?

  2. 2. Nú skulu vit bera tær heiður

    og fylla í húsið tín prís.

    Leið fólkini higar, Jehova,

    at læra ta leið, ið er vís.

    Og hjálp okkum handfara húsið

    við virðing og røkja tað væl,

    at altíð tað prýðir tann boðskap,

    sum hiðani prædikast skal.

    (NIÐURLAG)

    Vit bygdu navni tínum hús

    og prísa tær henda dag.

    Vit víga navni tínum hús,

    faðir, vilt tú signa tað?