Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 9

Jehova er kongur okkara

Select an Audio Recording
Jehova er kongur okkara

(Sálmur 97:1)

  1. 1. Jehova eigur tign og heiður,

    hoyrið himlanna kvæði um rættferð hans.

    Mannið kór, hevjið røddir í sangi til Gud,

    gevið Harrans stóru verkum ans.

    (NIÐURLAG)

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!

  2. 2. Guds dýrd skal kunnast øllum tjóðum,

    tí hann frelsti og bar okkum dag um dag.

    Hann er ævinnar kongur og alvaldur Gud,

    fyri trónu hans vit savnast glað.

    (NIÐURLAG)

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!

  3. 3. Gud festi ríki sítt við rætti,

    krýndi salvaða sonin til ríkisdrott.

    Allir avgudar hokna og verða til spott,

    tí Jehova eigur allan mátt.

    (NIÐURLAG)

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!

    Syngið, himmal og jørð! Fegnist, heiðar og fjøll,

    hægsti kongur er Jehova Gud!