Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 89

Hoyr, akta og fá signing

Select an Audio Recording
Hoyr, akta og fá signing

(Lukas 11:28)

  1. 1. Sæst tað, at vit kenna Jesusar læru

    og fylgja leiðini, hann vísti á?

    Við lýdni eru vit Gudi til æru

    og vita, hann gevur signingar tá.

    (NIÐURLAG)

    Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

    gleði og signing tú fært,

    bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

    gert tað, sum tú hevur lært.

  2. 2. Tað lív, tú velur, kann líva og verja

    so væl sum hús, ið á hellu er bygt.

    Tú lýðir Jesus, tá stormarnir herja,

    og veitst, at lív títt við honum er trygt.

    (NIÐURLAG)

    Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

    gleði og signing tú fært,

    bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

    gert tað, sum tú hevur lært.

  3. 3. Ver sum eitt træ, ið er plantað við løkir

    og ber sín ávøkst í rættari tíð.

    Guds barn, sum hansara leiðbeining søkir,

    í allar ævir fær løn fyri stríð.

    (NIÐURLAG)

    Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

    gleði og signing tú fært,

    bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

    gert tað, sum tú hevur lært.