Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 88

Lær meg tín veg

Lær meg tín veg

(Sálmur 25:4)

  1. 1. Sum hirðin á fjøllunum savnar sín seyð,

    tú bjóðar, og fegin vit møta.

    Jehova, títt orð skal lýsa á vegin

    til tín, ið kann sorgirnar bøta.

    (NIÐURLAG)

    Lær meg tín veg, Jehova, gev mær skil,

    í øllum royndum er tín læra góð.

    Boygg oyra mítt at hoyra tíni boð,

    mín størsta gleði verður tá tín lóg.

  2. 2. Ótømandi kelda er vísdómur tín,

    um dóm tín er fullkomin vissa.

    Títt orð vekur ans, tað elvir til gleði

    og lív, sum vit ongantíð missa.

    (NIÐURLAG)

    Lær meg tín veg, Jehova, gev mær skil,

    í øllum royndum er tín læra góð.

    Boygg oyra mítt at hoyra tíni boð,

    mín størsta gleði verður tá tín lóg.