Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 81

Lívið sum pionerur

Select an Audio Recording
Lívið sum pionerur

(Prædikarin 11:6)

  1. 1. Morgunstund, enn er kvirt, smátt um smátt vakna vit,

    biðja still eina bøn,

    pakka bøkur og rit, so av stað;

    hitta fólk, smílast blíð, tá tey ganga framvið.

    Hóast nógv hava skund,

    vitna vit um Guds frið dag um dag.

    (NIÐURLAG)

    Lívið, vit hava valt,

    hevur miðvísa kós,

    tí vit ganga, har Gud vísir veg.

    ’At vit røsk halda á,

    gloyma veður og vind,

    er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’

  2. 2. Heim til hús ganga vit, meðan sól fer í kav;

    eru móð nú, men glað

    um alt, tænastan gav henda dag.

    Ja, og Gud eigur takk, hetta lívið er gott!

    Tað er frálíkt at boða

    um alt, sum hann skjótt fær í lag.

    (NIÐURLAG)

    Lívið, vit hava valt,

    hevur miðvísa kós,

    tí vit ganga, har Gud vísir veg.

    ’At vit røsk halda á,

    gloyma veður og vind,

    er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’