Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 73

Gev okkum dirvi

Gev okkum dirvi

(Ápostlasøgan 4:29)

  1. 1. Vit, ið bera boð um ríkið,

    vit, ið navnið seta hátt,

    verða illa lýdd og atsøkt,

    ofta hildin fyri spott.

    Men Jehova, tú ert nær

    og sært, vit fegin halda á.

    Hoyr, nú bøna vit um tín anda,

    lat við honum styrk okkum fá.

    (NIÐURLAG)

    Góði Gud, gev okkum dirvi,

    ver við anda tínum hjá,

    so vit íðin og við treysti

    sáa lívsins góða sáð.

    Til tann dag, tú býtir út løn,

    ljóðar heit og innilig bøn:

    ’Góði Gud, gev okkum dirvi.

    Hoyr hjartans bøn!’

  2. 2. Mangan mannaóttin lúrir,

    Gud, tú veitst, vit eru mold.

    At tú lovar okkum stuðul,

    styrkir ófullkomið hold.

    Gev tí hóttum teirra ans,

    sum vilja ilt og volda mein.

    Trygg í tínum hondum vit boða,

    virka øll í felag sum ein.

    (NIÐURLAG)

    Góði Gud, gev okkum dirvi,

    ver við anda tínum hjá,

    so vit íðin og við treysti

    sáa lívsins góða sáð.

    Til tann dag, tú býtir út løn,

    ljóðar heit og innilig bøn:

    ’Góði Gud, gev okkum dirvi.

    Hoyr hjartans bøn!’