Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 70

Finn tey, ið eru tað verd

Select an Audio Recording
Finn tey, ið eru tað verd

(Matteus 10:11-15)

  1. 1. Vit fylgja tí boðnum, sum meistarin gav:

    ’Gakk treystur, har eg legði spor.

    Far út hús úr húsi og tosa við hann,

    sum er verdur at hoyra Guds orð.

    Ber húsinum heilsan við ynski um frið,

    tá skal friður tín leggja seg har.

    Men um onkur spottar og blakar á dyr,

    rist av fótinum dustið og far.’

  2. 2. Og hoyra tey okkum, so hoyra tey Hann

    og gleðast um nøktandi svar.

    Har fólk eru sinnað av røttum til lív,

    dregur Gud tey við orðinum nær.

    At lurta er lætt og at geva sær far,

    tá ið orð títt er dámligt og salt.

    Men ver ikki stúrin, tú roynir sum best,

    minst til, Gud tín skal læra teg alt.