SANGUR NR. 67
Ber nú boð!
-
1. Gud biður okkum siga frá,
bera øllum fólkum lívsneyðug ráð.
Ver fúsur at siga, hví tú trýr,
hví vónin djúpt í tínum hjarta býr.
(NIÐURLAG)
So ber nú boð,
tað skal hoyrast víða hvar!
Ber nú boð,
sig, at endin er so nær!
Ber nú boð,
um at Jesus hevur mátt,
Ber nú boð,
alt verður gott.
-
2. Stundum tú truplar løtur fær,
lat tá ongan taka mótið frá tær.
At prædika torført tykjast kann,
men lítur tú á Gud, so hjálpir hann.
(NIÐURLAG)
So ber nú boð,
tað skal hoyrast víða hvar!
Ber nú boð,
sig, at endin er so nær!
Ber nú boð,
um at Jesus hevur mátt,
Ber nú boð,
alt verður gott.
-
3. Stundum vit hava góðan frið,
tá er tørvur á, at øll eru við.
Ber boð um, at loysn er fyri stavn,
og vís, tú halga vilt Jehova navn.
(NIÐURLAG)
So ber nú boð,
tað skal hoyrast víða hvar!
Ber nú boð,
sig, at endin er so nær!
Ber nú boð,
um at Jesus hevur mátt,
Ber nú boð,
alt verður gott.
(Les eisini Matt. 10:7; 24:14; Áps. 10:42; 1. Pæt. 3:15.)