Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 62

Syngið nýggjan song!

Select an Audio Recording
Syngið nýggjan song!

(Sálmur 98)

  1. 1. Syngið hjartans glað Jehova Gudi nýggjan song,

    sigurin er vunnin, Guds armur frelsti mong.

    Lovið undrum Guds, hann er hin sami enn í dag,

    fyri alra eygum fær Harrin rætt í lag.

    (NIÐURLAG)

    Syngið glað,

    ja, syngið nýggjan song!

    Syngið glað

    um ævinleikans kong!

  2. 2. Ber Jehova prís, ja, syng í frøi, jørðin øll,

    gleðirómur bylgi um dalar og um fjøll.

    Mannið veldigt kór og syngið Gudi fagran song,

    latið dynja ljóðfør til heiður fyri kong.

    (NIÐURLAG)

    Syngið glað,

    ja, syngið nýggjan song!

    Syngið glað

    um ævinleikans kong!

  3. 3. Havsins alda sterk, hon brýtur skaparanum prís,

    syng av hjartans frøi, øll mannamúgvan vís.

    Áir, klappið hendur, klappið takkarljóð til kong!

    Fegnist allir heygar, ið girða víðu ong.

    (NIÐURLAG)

    Syngið glað,

    ja, syngið nýggjan song!

    Syngið glað

    um ævinleikans kong!