Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 6

Himmalin kunnger dýrd Guds

Select an Audio Recording
Himmalin kunnger dýrd Guds

(Sálmur 19)

  1. 1. Jehova dýrd á himlinum er kunngjørd,

    tað, hond Guds hevur skapt,

    er stórt og vekur ans.

    Hvør dagur ber sínum skapara prís,

    og náttarhválvið stjørnuklárt

    ger vart við megi hans.

  2. 2. Jehova lóg er lýtaleys og lívgar,

    og vísdóm fáa øll,

    sum boð Guds hava lært.

    Hann dømir rætt, talar sannleikans orð,

    sum leska tann, ið tystur er,

    og gera eygað bjart.

  3. 3. At óttast Gud er reint og gott um ævir,

    og dýrari enn gull

    í mongdum er Guds lóg.

    Jehova leiðir sum hirðin sín hóp,

    hann savnar okkum um sítt navn,

    sum er ein verja góð.