Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 56

Vel sannleikan

Select an Audio Recording
Vel sannleikan

(Orðtøkini 3:1, 2)

  1. 1. Tað besta, tú gert, er at tæna Jehova

    og ganga á sannleikans vegi.

    Men valið er títt, eingin annar kann lova

    at tilbiðja Gud fyri teg.

    (NIÐURLAG)

    Vel nú sannleikan,

    lat hann liva frítt í tær.

    Stór er gleðin,

    sum Jehova gevur,

    tá tú velur sannleikan.

  2. 2. Við tryggari vón fert tú glaður at boða

    um ríkið, har Kristus er kongur.

    Títt lív verður ríkt, tú sært hjørtuni loga,

    tá menniskju skilja Guds orð.

    (NIÐURLAG)

    Vel nú sannleikan,

    lat hann liva frítt í tær.

    Stór er gleðin,

    sum Jehova gevur,

    tá tú velur sannleikan.

  3. 3. Vit eru sum børn fyri okkara Gudi,

    og øll hava hópin at læra.

    Tak takksamur við tínum lívi og luti,

    tá veitst tú, Gud signar tín dag.

    (NIÐURLAG)

    Vel nú sannleikan,

    lat hann liva frítt í tær.

    Stór er gleðin,

    sum Jehova gevur,

    tá tú velur sannleikan.