Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 54

Her er lívsins leið

Select an Audio Recording
Her er lívsins leið

(Esaias 30:20, 21)

  1. 1. Ein friðarleið er til,

    sum Jesus segði frá,

    ein aldagomul leið,

    so góð at ganga á.

    Tín fótur stígur lætt,

    tú kennir sannan frið.

    Jehova fylgir tær,

    her veitst tú, hann er við.

    (NIÐURLAG)

    Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.

    Tú setti kós, og rætt tín fótur steig.

    Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!

    Hygg ikki burt, tú ert á røttu leið.’

  2. 2. Ein kærleiksleið er til,

    har gongur Gud við tær.

    Hann læt teg finna seg,

    nú er hann altíð nær.

    Guds stóri alskur fer

    um dalar og um fjøll,

    á hesi fjálgu leið

    hann nemur okkum øll.

    (NIÐURLAG)

    Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.

    Tú setti kós, og rætt tín fótur steig.

    Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!

    Hygg ikki burt, tú ert á røttu leið.’

  3.  3. Hygg, her er lívsins leið,

    hví líta afturum?

    Vit fingu djúpan frið,

    ið bar at hjartanum.

    Vit sóu kærleikan,

    sum lætt at øllum rakk.

    Gud vísti vegin fram,

    vit siga honum takk.

    (NIÐURLAG)

    Kom, her er lívsins leið, ja, lívsins leið.

    Tú setti kós, og rætt tín fótur steig.

    Hoyr, røddin kallar: ’Kom hesa leið!

    Hygg ikki burt, tú ert á røttu leið.’