SANGUR NR. 52
Kristin vígsla
1. Jehova Gud, alt tú eigur.
Tú skapti okkum stað
við plantum, djórum, menniskjum,
sum áður ei var sæð.
Frá tær kom lívsandi, faðir,
til alt í víðu verð.
Ja, verdur ert tú til takk og prís
frá øllum, sum búgva her.
2. Í Jordan Jesus varð doyptur,
tá bað hann: ’Faðir mín,
her standi eg til reiðar,
eg skal gera vilja tín.’
Um hetta var frammanundan
í sálmi boðað frá.
Hann salvaður varð við andanum
og framdi Guds vísu ráð.
3. Jehova, lívið vit leggja
so trygg í tína hond.
Tú læt eitt offur dýrabart
og loysti deyðans bond.
Við dópi, faðir, vit biðja:
’Tín vilja okkum lær.
Í lívi og deyða, skapari,
vit valdu at tæna tær.’
(Les eisini Matt. 16:24; Mark. 8:34; Luk. 9:23.)