Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 51

Vit víga Jehova alt

Select an Audio Recording
Vit víga Jehova alt

(Matteus 16:24)

  1. 1. Jehova til sonin, Jesus Krist, okkum dró,

    av kærleika breyt hann okkum slóð.

    Frá Guds dýrdartrónu skein

    sannleiksglæman klár og rein,

    nú lá leiðin okkum bein,

    vit fingu trúgv hvør og ein.

    (NIÐURLAG)

    Vit víga Jehova alt, tað hava vit valt

    og vita, hann lønir tað hundraðfalt.

  2. 2. Í bøn gjørdu vit Jehova heilagan eið

    um lýðin at ganga røttu leið.

    Og vit vitna hjartans glað

    um Guds ríki, sum ein dag

    her á jørð fær frið í lag,

    Guds navn ber vissu um tað.

    (NIÐURLAG)

    Vit víga Jehova alt, tað hava vit valt

    og vita, hann lønir tað hundraðfalt.