Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 50

Mín vígslubøn

Select an Audio Recording
Mín vígslubøn

(Matteus 22:37)

  1. 1. Tak mítt hjarta, legg í tað

    gott og skynsamt hjartalag.

    Tak ta rødd, ið untist mær,

    hon skal syngja fyri tær.

  2. 2. Tak mín fót, tak hendur við,

    gev teim vísdóms mál og mið.

    Tak mítt gull, mítt silvur alt,

    Harri, tú tað eiga skalt.

  3. 3. Tak mítt lív og nýt tað, Gud,

    eg skal gleðast um mín lut.

    Tak nú meg, so øll mín ferð

    altíð tær til vildar er.