Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 48

Dag um dag liva vit við Jehova

Select an Audio Recording
Dag um dag liva vit við Jehova

(Mika 6:8)

  1. 1. Dag um dag vit eyðmjúk fylgjast

    við Jehova Gudi hond í hond.

    Hugsa tær ta stóru gávu,

    at hann vil við okkum knýta bond.

    Øllum stendur enn í boði

    frítt at velja hesa leið.

    Glað og fús vit víga Gudi

    orku, evni og æviskeið.

  2. 2. Øgilig er Satans vreiði,

    skilligt er, at endin nú er nær.

    Vitni verða hótt og vanvird,

    ofta tykist frelsan okkum fjar.

    Men Jehova Gud kann verja

    tann, ið óttafullur er.

    Latið okkum nærkast honum,

    trúgv og lýðin í orð og gerð.

  3. 3. Gud fekk sjálvur hjálp til vega,

    gav sítt orð, sín halga anda við.

    Sína samkomu hann leiðir,

    hoyrir bønir, gevur sálarfrið.

    Tæna vit Jehova trúføst,

    læra vit alt gott og satt,

    so vit kunnu liva eyðmjúk,

    vísa kærleik og gera rætt.