Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 47

Bið til Jehova hvønn dag

Select an Audio Recording
Bið til Jehova hvønn dag

(1. Tessalonikabræv 5:17)

  1. 1. Bið til Jehova, hann hoyrir teg væl,

    fegin hann kemur við okkum á tal.

    Sig honum alt, ið teg órógva man,

    góður í ráðum hann beina tað kann.

    Bið til Jehova hvønn dag.

  2. 2. Bið til Jehova og sig honum takk,

    altíð til okkum Guds kærleiki rakk.

    Fyrigev øðrum, í áliti bið,

    tá kann Jehova teg umbera við.

    Bið til Jehova hvønn dag.

  3. 3. Bið til Jehova á illgongdum veg,

    kærleikans faðir er góður við teg.

    Leita tær verju, og Gud gevur ráð,

    hann er tann kletturin, vit líta á.

    Bið til Jehova hvønn dag.