Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 46

Vit takka tær, Jehova

Select an Audio Recording
Vit takka tær, Jehova

(1. Tessalonikabræv 5:18)

  1. 1. Vit takka, Jehova, á degi og nátt,

    at sannleikin gav okkum vón og mátt.

    Vit takka, at tú hoyrir eyðmjúka bøn,

    at líta á teg gevur ríka løn.

  2. 2. Vit takka, Jehova, at tú sendi troyst,

    við Jesusi vórðu vit endurloyst.

    Vit takka, at tú okkum beinir á veg.

    ’Lat vilja tín verða,’ vit biðja teg.

  3. 3. Vit takka, Jehova, tú skapar alt nýtt,

    ein heim, har tað góða kann mennast frítt.

    Vit takka, at vit kunnu boða um teg,

    um navn títt og sannleikans góða veg.