Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 45

Hugsanir hjarta míns

Select an Audio Recording
Hugsanir hjarta míns

(Sálmur 19:15)

  1. 1. Kenn hjartans hugsan mína, Gud,

    mítt sinn og alt, ið goymist har.

    Eg vil, at alt, sum í mær býr,

    skal vera gott og líka tær.

    Og fái eg á náttartíð

    av kvøl og stúran ongan frið,

    lat tankan leita tá til tín

    og tað, sum tú vilt kennast við.

  2. 2. Alt reint, alt satt og alla dygd,

    alt elskuligt, alt gott og rætt,

    tað dámliga, sum vinnur rós,

    ger sinnið frítt og hjartað lætt.

    So dýrabar tín hugsan, Gud,

    eg grundi fegin á títt orð.

    Fest lógir tínar í mítt sinn,

    lær meg at stíga vísdóms spor.