Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 4

Jehova er hirði mín

Select an Audio Recording
Jehova er hirði mín

(Sálmur 23)

  1. 1. Jehova Gud er mín hirði,

    hann vísir mær lívsins veg.

    Til grønar eingir og hvíldarvøtn

    hann eymliga leiðir meg.

    Øll hjartans ynski hann kennir

    og skilur, hvat neyðugt er.

    Ja, í ríkum kærleika hirði mín

    í favninum lamb sítt ber.

    Í ríkum kærleika hirði mín

    í favninum lamb sítt ber.

  2. 2. Á gøtum tínum í rættferð

    eg trívist og mennist væl.

    Gud, ansa mær, at eg ongantíð

    av leiðini villast skal.

    Í dimmum dølum, í skugga,

    eg gangi og óttist ei,

    tí, mín Gud og vinur, tú uggar meg

    og beinir við stavi leið.

    Mín Gud og vinur, tú uggar meg

    og beinir við stavi leið.

  3.  3. Jehova, tú ert mín hirði,

    tú vísir mær lívsins veg.

    Mær fattast einki, eg kenni frið,

    og andi tín lívgar meg.

    So víst og satt sum tú livir,

    so líti eg, Gud, á teg,

    og av øllum hjartanum vóni eg,

    tú altíð vilt elska meg.

    Av øllum hjartanum vóni eg,

    tú altíð vilt elska meg.

(Les eisini Slm. 28:9; 80:2.)