Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 38

Hann skal styrkja teg

Select an Audio Recording
Hann skal styrkja teg

(1. Pætursbræv 5:10)

  1. 1. Hví mundi himna Gud á sinni leggja í

    at kalla teg úr myrkrinum í ljós?

    Títt hjartalag hann sá, tær longdist illa tá

    at kenna hann og ganga røttu kós.

    Tú vildi gera vilja Guds og bað,

    hann hjálpti tá, hann hjálpir enn í dag.

    (NIÐURLAG)

    Jehova hevur keypt teg,

    læt son sín ofra seg,

    tí minnist hann til tín,

    og hann skal styrkja teg.

    Hann leiðir teg sum altíð,

    goymir æviga løn.

    Ja, hann skal styrkja teg,

    hann hoyrir tína bøn.

  2. 2. Sín kæra son gav Gud Jehova fyri teg,

    hann hjálpir tær at ganga lívsins veg.

    Og læt nú Gud eitt gjald so dýrabart og stórt,

    so veitst tú, at hann altíð styrkir teg.

    Hann gloymir ikki alt, tú gjørdi væl,

    á øllum sínum kæru veit hann tal.

    (NIÐURLAG)

    Jehova hevur keypt teg,

    læt son sín ofra seg,

    tí minnist hann til tín,

    og hann skal styrkja teg.

    Hann leiðir teg sum altíð,

    goymir æviga løn.

    Ja, hann skal styrkja teg,

    hann hoyrir tína bøn.