Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 29

Vit bera navn Guds honum til prís

Select an Audio Recording
Vit bera navn Guds honum til prís

(Esaias 43:10-12)

  1. 1. Stóri Jehova, tú valdar um ævir,

    fremur í kærleika rættferðarlóg.

    Vísdómsins upphav og sannleikans kelda,

    himmalska fullveldi títt gevur ró.

    Vit eru fólk títt og tæna tær fegin,

    boða um ríkið, sum er fyri stavn.

    (NIÐURLAG)

    Dagliga virða vit, faðir, at nevnast

    vitni hjá tær og at bera títt navn.

  2. 2. Tæna vit sameind í heilagum verki,

    styrkja vit friðin og kærleikans bond.

    Hvar vit enn eru, vit spegla tín heiður,

    tríva í lovsongin víða um lond.

    Í tínum navni vit boða, Jehova,

    gleðast um tey, sum tú tekur í favn.

    (NIÐURLAG)

    Dagliga virða vit, faðir, at nevnast

    vitni hjá tær og at bera títt navn.