Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 23

Jehova hevur ræðið

Select an Audio Recording
Jehova hevur ræðið

(Opinberingin 11:15)

  1. 1. Ríki Guds stjórnar í dag,

    konginum prísa vit glað.

    Kristus er settur í hásæti hátt.

    Savnið tí veldigan hóp,

    skerið í fagnaðarróp!

    Elskaði sonurin

    fekk vald og stjórnarmátt.

    (NIÐURLAG)

    Hvat hevur ríki Guds at bjóða?

    Rættvísi, trygd og sannan frið.

    Hvat man Guds ríki hartil bjóða?

    Eydnu og lív, ið varir við.

    Syngið fyri alheims Harra,

    prísið honum lið um lið.

  2. 2. Kristus sum stríðshetja brátt

    sýnir sín veldiga mátt,

    bindur hin ónda og syndrar hans verk.

    Tíðin er stutt, boðið frá,

    øll skulu hoyra Guds ráð.

    Vitnið, so eyðmjúk

    fáa trúgv og gerast sterk.

    (NIÐURLAG)

    Hvat hevur ríki Guds at bjóða?

    Rættvísi, trygd og sannan frið.

    Hvat man Guds ríki hartil bjóða?

    Eydnu og lív, ið varir við.

    Syngið fyri alheims Harra,

    prísið honum lið um lið.

  3.  3. Konginum syngja vit prís,

    frelsan við honum er vís,

    heilaga navn Guds hann trúfastur bar.

    Stígið um tempulsins gátt,

    tilbiðið Gud dag og nátt,

    skjótt fær Guds sonur

    harradømi víða hvar.

    (NIÐURLAG)

    Hvat hevur ríki Guds at bjóða?

    Rættvísi, trygd og sannan frið.

    Hvat man Guds ríki hartil bjóða?

    Eydnu og lív, ið varir við.

    Syngið fyri alheims Harra,

    prísið honum lið um lið.