Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 151

Gud skal rópa

Select an Audio Recording
Gud skal rópa

(Job 14:13-15)

  1. 1. Lívið sum roykur steðgar á eitt bil

    og burtur er í morgin.

    Tann, ið vit elska, er ei longur til,

    bert gráturin og sorgin.

    Er so einki meir, tá ein maður doyr?

    Gud sítt lyfti gevur, hoyr:

    (NIÐURLAG)

    ’Eg skal rópa, tú skalt svara,

    rísa upp hin síðsta dag.

    Eg goymi teg í minni,

    havi skrivað teg á blað.

    Lít á meg og ivast ikki,

    tær er búgvið betri stað.

    Í ævir skalt tú liva,

    fagna lívinum hvønn dag.’

  2. 2. Gud minnist væl tann vin, sum deyðin tók,

    er hjá, har sorgin nívir.

    Navnið er fest í lívsins dýru bók

    – eitt troystarorð, ið lívir.

    Hann skal rakna við, Gud skal geva grið,

    ævigt lív og sælan frið.

    (NIÐURLAG)

    ’Eg skal rópa, tú skalt svara,

    rísa upp hin síðsta dag.

    Eg goymi teg í minni,

    havi skrivað teg á blað.

    Lít á meg og ivast ikki,

    tær er búgvið betri stað.

    Í ævir skalt tú liva,

    fagna lívinum hvønn dag.’