Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 148

Jehova er skjól

Select an Audio Recording
Jehova er skjól

(2. Sámuelsbók 22:1-8)

  1. 1. Jehova, tú ert skaparin, vit ivast ei.

    Í himli og á jørð tín dýrd er okkum greið.

    Og eingin annar gudur fær gjørt sum tú,

    bara tú

    fíggindan týna kann.

    (NIÐURLAG)

    Jehova er kletturin, har vit kroka.

    Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

    Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

    Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’

  2. 2. Um deyðans tog nú binda meg, so biði eg:

    ’Gud, gev mær kraft og mót, og leið meg rættan veg.’

    Í templi tínum hoyrir tú róp frá mær:

    ’Bjarga mær,

    ver við mær, góði Gud!’

    (NIÐURLAG)

    Jehova er kletturin, har vit kroka.

    Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

    Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

    Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’

  3.  3. Tín rødd úr himli dunar eins og toruljóð.

    Øll jørðin gongur kyk, bert tíni kenna ró.

    Tú fremur tína ætlan – vit skilja tað,

    vilja tað,

    tú okkum frelsa skal.

    (NIÐURLAG)

    Jehova er kletturin, har vit kroka.

    Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

    Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

    Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’