Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 147

Lyftið um ævigt lív

Select an Audio Recording
Lyftið um ævigt lív

(Sálmur 37:29)

  1. 1. Gud gav í forðum eitt lyfti,

    tí sigur Bíblian frá.

    Fólk skulu liva í ævir,

    búgva jørðini á.

    (NIÐURLAG)

    Gud lovaði lívið,

    í lovsongin trívið!

    Um aldur og ævir

    Gud heldur sítt orð.

  2. 2. Skjótt verður paradís aftur.

    Børn Guds, av syndini frí,

    undir Guds leiðslu úr himli

    liva æviga tíð.

    (NIÐURLAG)

    Gud lovaði lívið,

    í lovsongin trívið!

    Um aldur og ævir

    Gud heldur sítt orð.

  3. 3. Deyð skulu skjótt vakna aftur,

    gloymd verða sorgartung ár.

    Gud gevur signing úr himli,

    turkar burtur øll tár.

    (NIÐURLAG)

    Gud lovaði lívið,

    í lovsongin trívið!

    Um aldur og ævir

    Gud heldur sítt orð.