Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 14

Ærið jarðarinnar nýggja kong!

Select an Audio Recording
Ærið jarðarinnar nýggja kong!

(Sálmur 2:12)

  1. 1. Úr øllum heimsins londum

    savnar Kristus stóran skara,

    hann sendir síni salvaðu

    at boða frá og læra.

    Ein gleðirík og vøkur sjón!

    Guds ríki, sum er sett á stovn,

    ber fólkunum troyst og bjarta vón,

    teirra hjartans bøn er svarað.

    (NIÐURLAG)

    Ærið Gud, Jehova!

    Ærið sonin, Kristus!

    Konganna kongur er verdur prís.

    Honum fagna vit av hjartanum sameind,

    standa í trúnni vís.

  2. 2. Vit fagna nýggja konginum,

    sum hevur tikið ræðið.

    Í rættvísi hann dømir øll,

    skjótt bøtist allur skaði.

    Tá kemur alt, vit stunda á,

    tey deyðu rísa, stór og smá,

    á foldini rennur lívsins á.

    Trívið glað í takkarlagið!

    (NIÐURLAG)

    Ærið Gud, Jehova!

    Ærið sonin, Kristus!

    Konganna kongur er verdur prís.

    Honum fagna vit av hjartanum sameind,

    standa í trúnni vís.