SANGUR NR. 137
Trúfastar kvinnur, kærar systrar
1. Sára, Maria, Ester, Rutt og aðrar
vóru av raskastu kvinnum, trúføst vív.
Avgjørdar tæntu tær Gudi alt sítt lív,
og tí kenna vit tær enn tann dag í dag.
Nógvar aðrar trúgvar kvinnur vóru;
navnið veit Jehova, um onnur gloymdu tað.
2. Kærleiki, góðska, eyðmýkt, trúgv og dirvi
– hetta hjá kvinnunum frammarlaga lá.
Hesar, sum Bíblian vísir okkum á,
eru fyrimyndir fyri teg og meg.
Tá ið systrar fylgja teimum eftir,
vita vit við vissu, Jehova gleðir seg.
3. Møður og døtur, systrar, konur, einkjur
tæna við ídni og gleðast um sín lut.
Spakføra lyndið og álitið á Gud
prýða allar tær, ið ganga lívsins veg.
Góða systir, lat Jehova hjálpa,
lat hann styrkja trúnna, og lat hann frelsa teg.
(Les eisini Fil. 4:3; 1. Tim. 2:9, 10; 1. Pæt. 3:4, 5.)