SANGUR NR. 134
Børn eru gáva frá Gudi
1. Tá ein maður verður pápi,
og ein mamma tekur barn sítt í favn,
so vita tey, at tað er gáva,
og fegin æra tey Guds navn.
Hjá honum rennur lívsins kelda,
hann lítur okkum dýra lívsfrukt til;
foreldrum vil hann fegin hjálpa
í truplum løtum at nýta skil.
(NIÐURLAG)
Heilagan arv tit hava fingið,
ein dýran skatt tit eiga her.
Lær barnið upp á Harrans vegi
at fremja vilja Guds í gerð.
2. Alt, Jehova hevur álagt,
má í hjarta tínum varðveitast væl,
so tað kann gagna tínum børnum
og berast fram í orð og tal.
Legg tú Guds orð í tey á vegnum,
tá tú fert upp, og tá tú aftur legst.
Tað verður vart í hjartans goymslum
sum góður arvur, tú teimum fekst.
(NIÐURLAG)
Heilagan arv tit hava fingið,
ein dýran skatt tit eiga her.
Lær barnið upp á Harrans vegi
at fremja vilja Guds í gerð.
(Les eisini 5. Mós. 6:6, 7; Ef. 6:4; 1. Tim. 4:16.)