Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 133

Tilbið Jehova í ungdóminum!

Tilbið Jehova í ungdóminum!

(Prædikarin 12:1)

  1. 1. Gleða vit Gud, meðan vit eru ung,

    gevur hann styrki, tá leiðin er tung.

    Trúskap og kærleika gleðist hann við,

    er sum ein vinur við okkara lið.

  2. 2. Æra vit mammu og pápa hvønn dag,

    so verður heimið eitt hugnaligt stað.

    Vit tosa opið, og tey geva ráð,

    Gud kennir gleði í hjartanum tá.

  3. 3. Alvalda skaparan minnast vit til,

    hann gevur ungdómum kunnskap og skil.

    Okkara ídni úr himli hann sær,

    altíð tað besta frá okkum hann fær.