Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 119

Vit mugu hava trúgv

Select an Audio Recording
Vit mugu hava trúgv

(Hebrearabrævið 10:38, 39)

  1. 1. Í forðum og mangan talaði Gud

    við sínum profetum á fold.

    Jehova ber nú við soninum boð:

    ’Vend við til Harran, alt hold!’

    (NIÐURLAG)

    Hvussu sterk er okkara trúgv?

    Er hon roynd og herd eins og stál?

    Vísa gerðir, trúgvin er sonn?

    Við røttu trúnni koma vit á mál.

  2. 2. Við gleði vit lýða Jesusar boð

    og birta í menniskjum vón.

    Ja, fús og við dirvi siga vit frá,

    at ríkið er sett á stovn.

    (NIÐURLAG)

    Hvussu sterk er okkara trúgv?

    Er hon roynd og herd eins og stál?

    Vísa gerðir, trúgvin er sonn?

    Við røttu trúnni koma vit á mál.

  3. 3. Sum akkerið trúgvin vikast ei lætt,

    í vanda hon álitið var.

    Jehova er við, tí halda vit á

    og vita, frelsan er nær.

    (NIÐURLAG)

    Hvussu sterk er okkara trúgv?

    Er hon roynd og herd eins og stál?

    Vísa gerðir, trúgvin er sonn?

    Við røttu trúnni koma vit á mál.