Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 117

Góðvild

Góðvild

(2. Krønikubók 6:41)

  1. 1. Góði faðir, øll tín signing

    gleðir hjartað dag um dag.

    Tú ert heilagur og trúgvur,

    gott er alt, tú fært í lag.

    Og tú fyrigevur mildur,

    troystar bæði stór og smá.

    Tú ert verdur allan heiður,

    einans teg vit líta á.

  2. 2. Hetta fólkið, sum tú valdi,

    tína góðvild spegla vil,

    bera boð um tínar dygdir,

    tað er tað, vit skaptust til.

    Tínir hirðar læra fylgið,

    tað ber ávøkst víða hvar.

    Faðir, gev tín góða anda,

    so vit altíð fylgja tær.

  3. 3. Vilt tú signa tað, vit gera

    fyri brøður, stórt og smátt,

    bert við tíni hjálp vit kunnu

    æra teg á allan hátt.

    Ja, í samkomu og heima,

    millum grannar, fjart og nær

    royna vit at fremja góðvild,

    vera lýðin børn hjá tær.