Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 115

Undurfulla tol Guds

Undurfulla tol Guds

(2. Pætursbræv 3:15)

  1. 1. Faðir, tú elskar rættferð og rætt,

    tú eigur vald og talar satt.

    Neyðina sært tú dag um dag,

    óndskap og synd av øllum slag.

    Greitt er, at tol títt skjótt uppi er,

    aldri ert tú ov seinur á ferð.

    (NIÐURLAG)

    Takksom og trygg, í vónum vís,

    skulu vit altíð bera tær prís.

  2. 2. Í tínum eygum eitt túsund ár

    svunnu sum dagurin í gjár.

    Skjótt lýsir fyri degnum, tá

    tú skipar rættin foldum á.

    Hóast tú hatar syndarans veg,

    fevnir tú hann, ið umvendir seg.

    (NIÐURLAG)

    Takksom og trygg, í vónum vís,

    skulu vit altíð bera tær prís.