Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 113

Friðurin frá Gudi

Select an Audio Recording
Friðurin frá Gudi

(Jóhannes 14:27)

  1. 1. Lov og prís Jehova fær,

    friðin gevur hann.

    Gud, sum alt úr himli sær,

    krígnum steðga kann.

    Kristus, friðarhøvdingin,

    hevjar rættarsvørð,

    vinnur Gudi sigurin,

    skapar frið á jørð.

  2. 2. Steðgað er alt kegl og stríð,

    orð Guds broytir lív.

    Nú vit smíða glað og frí

    spjót til víngarðsknív.

    Til at verja slíkan frið

    fyrigevast má.

    Henda góða, kristna sið

    læra stór og smá.

  3. 3. Onnur varnast friðin her,

    skilja, Gud er hjá.

    Okkum fremst í huga er

    alt, hann vísir á.

    Sannleiksglæman lýsir skær,

    tá vit halda frið,

    boða, dagur Guds er nær,

    fullur friður við.