Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 106

Latið okkum menna kærleikan

Select an Audio Recording
Latið okkum menna kærleikan

(1. Korintbræv 13:1-8)

  1. 1. Vit boyggja okkum í bøn til Gud

    og biðja hann um at fáa lut

    í øllum dygdum, sum lýsa hann,

    tó fremstan seta vit kærleikan.

    At vita nógv og at duga alt

    er uttan kærleika tómt og kalt.

    Við anda Guds okkum eydnast kann

    at menna ektaða kærleikan.

  2. 2. Hin sanni kærleikin merkir sær,

    hvat øðrum tørvar, og hjálpir har.

    Hann fyrigevur og fjalir synd

    sum Jesus, okkara fyrimynd.

    Í trongdum tolir hann trúgvur ilt

    og skýggjar tað, sum er ónt og spilt.

    Á øllum kærleikin sigra kann,

    og ei á ævini svíkur hann.