Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 SANGUR NR. 101

Tænið saman í einleika

Select an Audio Recording
Tænið saman í einleika

(Efesusbrævið 4:3)

  1. 1. Út úr hesi ófriðarverð

    Gud sín seyð á graslendi ber,

    har vit njóta einleikans frið

    tætt undir hirðans lið.

    Samkoman er signað,

    søtt er brøðralag.

    Gud leit okkum tænastu til,

    verk, ið krevur ídni og skil;

    undir Jesu leiðslu í dag

    lýðin vit fremja tað.

  2. 2. Standa vit í trúnni sum eitt,

    glað um alt, sum Gud hevur veitt,

    kunnu vit í kærleika vís

    bera Jehova prís.

    Friður elvir gleði,

    gevur troyttum mót.

    Er hjá okkum kærleikin mið,

    sendir Gud av himli sín frið,

    samd av hjarta kunnu vit tá

    æviga lívið fá.