Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør dagur sítt stríð

Hvør dagur sítt stríð
SÝNI
  1. 1. Eg veit, Jehova hevur sagt, alt skal gerast nýtt.

    At tíðin nærkast, skilji eg, tað gleðir hjarta mítt.

    Men torført er at standa fast

    og vóna tað, sum ikki sæst.

    Fær ivin stundum yvirhond, so veit eg, hjálpin er í nánd,

    tí Jehova troystar meg.

    (NIÐURLAG)

    Eg kann venda mær til mín Gud.

    Hann skilur, hvat eg hugsi um,

    sær, hvat býr í hjartanum.

    Tað kennist gott, at hann er nær,

    í orði Guds er uggi,

    góðir vinir hjálpa mær.

    Ja, ’hvør dagur sítt stríð’, tað veit eg væl,

    so eg taki ein dag í senn.

    Hvussu alt sær út í morgin,

    tað veit eingin enn,

    bert ein dag í senn.

  2. 2. Kom vinur, lurta eftir mær,

    tú veitst, eg leggi í.

    Minst til tær ljósu løturnar

    og gloym ta strævnu tíð.

    Tú veitst, Jehova elskar teg

    og vísir tær tann besta veg.

    Hann sendi son sín niður her

    at frelsa tann, sum trúgvur er,

    og hann vil hjálpa tær.

    (NIÐURLAG)

    Vend tær nú til tín Gud.

    Hann skilur, hvat tú hugsar um,

    sær, hvat býr í hjartanum.

    Tað kennist gott, at hann er nær,

    í orði Guds er uggi,

    góðir vinir hjálpa tær.

    Ja, ’hvør dagur sítt stríð’, tað veitst tú væl,

    so tak bert ein dag í senn.

    Hvussu alt sær út í morgin,

    tað veit eingin enn,

    bert ein dag í senn.

    (NIÐURLAG)

    Vend tær nú til tín Gud.

    Hann skilur, hvat tú hugsar um,

    sær, hvat býr í hjartanum.

    Tað kennist gott, at hann er nær,

    í orði Guds er uggi,

    góðir vinir hjálpa tær.

    Ja, ’hvør dagur sítt stríð’, tað veitst tú væl,

    so tak bert ein dag í senn.

    Hvussu alt sær út í morgin,

    tað veit eingin enn,

    bert ein dag í senn.

    Bert ein dag í senn.