Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 31

Vitni hins sanna Guds

Vitni hins sanna Guds

(Esaias 43:10-12)

1. Menn, sum evna gudar til,

uttan lív og uttan skil,

kenna teir tann Gud, ið

fremur alt, hann vil?

Dugdu aðrir gudar spá,

vistu teir at siga frá?

Ongan at vitna hava teir havt,

einki, ið prógvar gudakraft.

(NIÐURLAG)

Vitni Guds hins sanna, øll,

farið fús um fjørð og fjøll!

Kunngerið alt, ið Gud hevur sagt,

tí at hans orð hevur makt.

2. Undir dýrum navni nú

ganga vitni, eg og tú,

kunna um eitt land, har

rættferð festir bú.

Ríki Guds og alt hans orð

bjóðar frið og frælsis kor,

fólkini mennast, syngja so fró,

ætlan Jehova royndist góð.

(NIÐURLAG)

Vitni Guds hins sanna, øll,

farið fús um fjørð og fjøll!

Kunngerið alt, ið Gud hevur sagt,

tí at hans orð hevur makt.

 3. Navn Guds verður dýrmett, tá

vitni íðin siga frá,

reinsa burt hvønn blett, ið

fellur navnið á.

Gudleysur má varast við,

læra rætt og góðan sið.

Óttaleys vitni fáa Guds frið,

lívsæla vón, alt Harrans lið.

(NIÐURLAG)

Vitni Guds hins sanna, øll,

farið fús um fjørð og fjøll!

Kunngerið alt, ið Gud hevur sagt,

tí at hans orð hevur makt.