Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 83

Vit mugu hava tamarhald

Vit mugu hava tamarhald

(Rómbrævið 7:14-25)

1. Harran vit elska av hjarta og sál,

men ofta er torført at røkka á mál.

Holdið er veikt og elvir til stríð,

andin frá Gudi ger bundin frí.

2. Satan við snildum kann freista hvønn dag,

og syndin so treisk syngur lokkandi lag.

Kenna vit ómegd, vita vit væl,

álit á Gud okkum hjálpa skal.

3. Alt kastast aftur á Gud, orð og gerð,

tí ansa vit okkum í allari ferð.

Skal ikki syndin taka alt vald,

mugu vit øll hava tamarhald.