Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 109

Vit fagna Guds frumborna

Vit fagna Guds frumborna

(Hebrearabrævið 1:6)

1. Syni Guds vit fagna,

sum salvaður er til kong.

Av røttum skal hann ráða

og trúfastur signa mong.

Í kærleika um ævir

Guds navn hann hevjar hátt,

so øllum verður skilligt,

hann virðir alra Drott.

(NIÐURLAG)

Syni Guds vit fagna.

Guds frumborna gevið ans!

Á Zion fekk hann sæti,

har byrjaði veldi hans.

2. Syni Guds vit fagna,

við honum varð svarað bøn;

hann doyði fyri fólkið

og tók á seg syndaløn.

Ein brúður bíðar Kristi

í hvítum líni prýdd,

alt ber Jehova æru,

sum eigur alla vídd.

(NIÐURLAG)

Syni Guds vit fagna.

Guds frumborna gevið ans!

Á Zion fekk hann sæti,

har byrjaði veldi hans.