Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 100

Vit eru lið Jehova

Vit eru lið Jehova

(Jóel 2:7)

1. Vit eru lið Jehova,

loyst úr Satans verð

kunna vit fólk um Ríkið,

fús á boðanarferð.

Liðið heldur trúfast á;

óttaleys og glað

boða vit um Kongin,

vikast ei úr stað.

(NIÐURLAG)

Vit eru lið Jehova,

øll við Krist á ferð

boða nú við gleði:

’Ríkið stovnað er!’

2. Vit eru fólk Jehova,

leita fram til seyð,

tey, ið sær ikki vita

veg úr iva og neyð.

Er nú ein, ið lurta vil,

føða vit hann væl,

bjóða honum fegin

við í ríkissal.

(NIÐURLAG)

Vit eru lið Jehova,

øll við Krist á ferð

boða nú við gleði:

’Ríkið stovnað er!’

 3. Her stendur lið Jehova

búgvið alt til stríð,

boðini gevur Kristus,

honum fylgja vit frí.

Ein og hvør má ansa sær,

aldri víkja frá;

eru vit í vanda,

trúgvin vinna má.

(NIÐURLAG)

Vit eru lið Jehova,

øll við Krist á ferð

boða nú við gleði:

’Ríkið stovnað er!’