Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 34

Vit bera navn okkara Gudi til prís

Vit bera navn okkara Gudi til prís

(Esaias 43:10-12)

1. Stóri Jehova, tín dýrd ber av øllum,

alvaldur fremur tú kærleikans lóg.

Vísdómsins upphav og sannleikans kelda,

himmalska fullveldi títt gevur ró.

Vit, tínir tegnar, tær tæna við gleði,

boða um Ríkið, sum er fyri stavn.

(NIÐURLAG)

Dagliga virða vit, Faðir, at nevnast

vitni hjá tær og at bera títt navn.

2. Sameind í heilagum verki sum brøður

styrkja vit friðin og kærleikans bond,

kunngera sannleikan, spegla tín heiður,

tríva í lovsongin víða um lond.

Fegin um æruna, Harri og Faðir,

fylgja vit ljósinum inn í tín favn.

(NIÐURLAG)

Dagliga virða vit, Faðir, at nevnast

vitni hjá tær og at bera títt navn.