Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 106

Vinalag við Jehova

Vinalag við Jehova

(Sálmur 15)

1. Hvør er tín vinur, Gud?

Hvør kennir teg so væl?

Hvør kann í tjaldi tínum fá sess,

koma við teg á tal?

Tann, ið vil fylgja tær.

Tann, ið tær trúgvur er.

Tann, ið av hjarta elskar títt orð,

ávøkst so góðan ber.

2. Hvør er tín vinur, Gud?

Hvør kann tín tokka fá?

Hvør kemur fyri hásæti títt?

Hvør kann títt hjarta ná?

Tann, ið vil tala satt,

elskar títt dýra navn.

Tann, ið við gleði aktar títt orð,

tekur tú í tín favn.

3. Hoyr mína eymu bøn.

Ber alla mína sorg.

Drag tú meg altíð nærri at tær

í tína tryggu borg.

Ver tú mín vinur, Gud.

Ver hjá mær nátt og dag.

Aldri eg fái mætari vin,

sterkari vinalag.