Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 124

Verið gestablíð

Verið gestablíð

(Ápostlasøgan 17:7)

1. Jehova er í blíðskapi fyrimynd,

fer eins við øllum fólki og fjalir synd.

Hann letur regn og sól

og bjóðar øllum skjól;

ber mannahjørtum føði og frið.

Tí gera vit sum Gud, taka okkum tíð

at vera bæði vinsæl og gestablíð.

Jehova løna skal alt tað, vit gjørdu væl

mót tí, sum eingin annar komst við.

2. Hvør veit hvat gott, ið stundum kann standast av

at veita onkrum hjálp sína uttan krav?

Um fremmandur ein var, hvør gav so honum far?

Beyð nakar honum við sær til hús?

Sum Lýdia í forðum vit bjóða teim

so hjartaliga koma

við okkum heim.

Jehova veit um øll í smáttu og í høll,

ið líkjast honum blíðsint og fús.